Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í Sjúkrahúsverkinum hevur nú vart í eitt gott samdøgur.
Undantøk eru kortini givin, at virksemi heldur fram á deildunum, men tað er munandi skert.
Vit frætta tað nýggjasta um støðuna frá Steinari Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum.
Í sendingini fara vit eisini at greina verkfallið saman við Estheri Dahl, sum í gamla starvi sínum sum ráðgevi í Vinnuhúsinum í mong ár var partur av samráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum, og Beintu Løwe, fyrrverandi tingkvinnu.
Barna- og ungdómspsykiatri
Børn og ung noyðast at bíða tvey ár at fáa eina útgreining í psykiatriini.
Bíðilisin veksur, og má málið má loysast í felag, segði yvirlækni á Familjudeplinum í farnu viku.
Í dag spyrja vit Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvat verður gjørt til tess at stytta bíðilistan í barna - og ungdómspsykiatriini.
Gestir: Steinar Eirikstoft, Esther Dahl, Beinta Løwe, Djóni Nolsøe Joensen og Margit Stórá.
Gjørt sendingina: Hallur av Rana, Marjun Dalsgaard og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.
Tøkningur: Rúni Eysturlíð.